Leys størv
Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið
Vegna økt virksemi innan vindmylluøkið og tænastum til vinnuna, verður søkt eftir elektrikarum til MEST.
Arbeiðsøki
Vit sóknast eftir elektrikarum m/k til viðlíkahald av vindmyllum
Tú ert áhugaða/-ur í at ogna tær eyka førleikar innan vindmylluøkið. Tessvegna bjóða vit skeið hjá ENERCON í Svøríki umframt onnur uppfylgjandi skeið eftir tørvi. Heilsuváttan er eitt krav og verður tískil bjóða av MEST.
Starvsstaðurin er MEST í Tórshavn, men tú skalt kunna átaka tær uppgávur aðrastaðni kring landið.
Tín vangamynd
Tú hevur elektrikaraútbúgving. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert jalig/-ur, dugir at samstarva, heldur tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni.
Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl skandinaviskt og enskt, og hevur KT førleikar á brúkarastøði.
Starvið, løn og setanartreytir
Talan er um fjølbroytt og áhugaverd størv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir sambært avtalu. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 01 Desembur 2022.
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.
Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni hjá MEST í Tórshavn ella á Skála!
Í sølubúðini hjá MEST fært tú eitt arbeiðspláss við spennandi avbjóðingum innan sølu og kundarøkt. Her er góður trivnaður og tú fært nógvar góðar starvsfelagar. Vit hava í løtuni 2 lærupláss tøk, eitt á Skála og eitt í Tórshavn.
Um læruplássið
Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk økir í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva neyva og skipaða upplæring í okkara vørum, kundarøkt, søluteknikkir og goymslu.
Tú kemur at starvast í okkara sølubúð og goymslu í Tórshavn ella á Skála. Okkara goymsla er tann størsta í landinum við yvir 35.000 vørunumrum.
Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:
· ert opin og hevur lætt við at samskifta
· hevur góðan teldu- og talførleika
· ert framfýsin og ágrýtin
· hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
· hevur góðan hug at selja
MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.
Vit bjóða
Tú fært eitt lærupláss sum logistikkatstøðingur í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.
Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður raðfest hægri. Við yvur 35.000 vørunummur kemur tú tískil at fáa eina breiða vitan eftir lokna útbúgving.
Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna útbúgving.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvi er 31. Oktobur, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvið, kanst tú ringja til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.
Maskinsmiðir til MEST
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðum, ið eru áhugaðir at starvast í einari av landsins bestútgjørdu smiðjum.
Um starvið:
Í smiðjuni fáast vit við stórt sær allar greinar innan maskinsmiðjufakið og sleppur tú tískil at royna teg innan øll økini, eitt nú:
· Umvæling og viðlíkahald av skipum
· Umvæling og nýgerð av hydraulik útbúnaði
· Leggja rør og íbinda til hydraulikskipanir
· Umvæling av spølum og kranum
· Umvæling og víðlíkahald av motorum
· Akseltrekk
Vit bjóða, eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða góða upplæring og møguleikar fyri víðarimenning innan fakið
Til starvið vænta vit av tær
· Sveinabræv sum smiður ella samsvarandi
· Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og heldur tíðarfreistir
· Tú ert jalig/ur og dugir at samstarva
· Tú er skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
· Tú ert tilvitaður um HTU-reglur
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól.
Umsóknarfreist
Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 31. oktober 2022, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231
Um MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum
Elektrikarar til spennandi og fjølbroyttar uppgávur
Vit sóknast eftir royndum elektrikarum, ið eru áhugaðir at starvast hjá einum av landsins størstu privatu arbeiðsplássum. Á EL-deild okkara eru 21 starvsfólk, harav 8 lærlingar.
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
MEST veitir eisini tænastur innan vindmylluøkið, og fyri rætta viðkomandi eru møguleikar fyri skeið/upplæring innan hetta økið og at gerast partur av okkara vindmyllutoymi.
Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um
- At ráðgeva kundum
- At viðlíkahalda el-installatiónum umborð á skipum
- At viðlíkahalda el-installatiónum innan vinnuna á landi
- At staðfesta og umvæla brek
- Nýgerð av el-útbúnaði
Vit bjóða, eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða vit starvsfólkunum góða upplæring og menningarmøguleikar.
Til starvið vænta vit av tær
- Elektrikaraútbúgving ella samsvarandi
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og heldur tíðarfreistir
- Tú ert jalig/ur og dugir at samstarva
- Tú er skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
- Tú ert tilvitaður um HTU-reglur
- Tú hevur KT førleikar á brúkarastøði.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól.
Umsóknarfreist
Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 09. Oktober 2022, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231
Um MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.
MEST SØKIR MASKINSMIÐJULÆRLINGAR TIL SMIÐJUNA Á SKÁLA
MEST søkir lærlingar til smiðjuna á Skála at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving við nógvum spennandi møguleikum.
Vilt tú vita meiri um hvussu tað er at vera lærlingur á MEST, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á hr@mest.fo ella ringja til 301100.
MEST SØKIR LÆRLINGAR Í TÓRSHAVN
MEST søkir lærlingar at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Maskinsmiðir
Sveisarar
Kleinsmiðir
Vilt tú vita meiri um hvussu tað er at vera lærlingur á MEST, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á hr@mest.fo ella ringja til 301100.
MEST SØKIR MASKINSMIÐJULÆRLINGAR TIL SMIÐJUNA Í RUNAVÍK
MEST søkir lærlingar til smiðjuna í Runavík at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving við nógvum spennandi møguleikum.
Vilt tú vita meiri um hvussu tað er at vera lærlingur á MEST, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á hr@mest.fo ella ringja til 301100.