fo / en
Totalview HR Recruitment
Developed by Formula

Lærlingur til sølubúð og goymslu á MEST í Havn

 

Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni á MEST í Havn

 

Hevur tú hug at koma í læru sum sølu- og goymslufólk á MEST í Tórshavn?
MEST er eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum spennandi avbjóðingum. Tú fært nógvar góðar starvsfelagar, sum starvast innan ymisk økir.

 

Um læruplássið

Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk økir í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva eina upplæring í okkara vørum, tilfari, kundarøkt og goymslu.

Tú kemur at starvast í okkara sølubúð og goymslu í Tórshavn. Okkara goymsla er tann størsta í landinum við yvir 35.000 vørunumrum.

 

Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:

- ert opin og hevur lætt við at samskifta
- hevur góðan teldu- og talførleika
- ert framfýsin og ágrýtin
- hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
- hevur góðan hug at selja

 

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.

 

Vit bjóða

Tú fært eitt lærupláss sum logistikkatstøðingur í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært

møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.

 

Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á

sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður

raðfest hægri.

 

Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum

umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum

starvi eftir lokna útbúgving.

 

Um spurningar eru kann ringjast til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.

 

Í seinasta lagi 14 juni 2021, at byrja skjótast til ber.

 

 

 

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi og Offshore tænastur til oljuvinnuna. Við royndum aftur frá byrjanini av seinastu øld er MEST í dag ein nýmótans fyritøka við vælútbúnum og virkisfýsnum starvsfólkum og tí nýggjastu tøknini innan framleiðslu og umvælingar.

Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Umleið 400 starvsfólk eru knýtt at virkseminum her á landi – og umleið 100 starvsfólk hjá dóttirfelagnum PAM Offshore Service. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við sleiparum og kranum.

 

 

Date Posted
02. Jun 2021
Job
Lærlingur til sølubúð og goymslu á MEST í Havn
Job Title
Lærlingur til sølubúð og goymslu á MEST í Havn
Company
MEST
Application Deadline
14. Jun 2021
Start Date
Immediately
This site uses cookies
We use cookies to be able to make your experience better.
Essential cookies ensure that the site works as it should.
You can always take your consent back. This can be done by going to about cookies