fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Plastsveisari til Plasttoymið hjá MEST

MEST søkir plastsveisara til Plasttoymið

Hevur tú hug at gerast partur av einum toymi við góðum samanhaldi og trivnaði?  

Sum plastsveisari hjá MEST kemur tú at arbeiða á okkara sveisiverkstaði í Runavík og eisini at ferðast saman við toyminum til kundar í øllum Føroyum.

Tínar uppgávur sum Plastsveisari

Í starvinum sleppur tú at royna teg sjálvstøðugt, við spennandi og avbjóðandi uppgávum innan plastsveising. Hetta inniberð:

·         Plastsveising av rørum og plátum

·         Uppsetan av rørskipanum og tangum

·         Framleiða serloysnir úr plast

·         Monteringsarbeiði

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna frá 08.00 – 16.10.

Til tíðir kann tó væntast at nógv at gera, og tískil kanst tú eisini vænta longri dagar, tá á stendur. Tá tørvur er á tí kann eisini væntast, at tú arbeiðir við øðrum uppgávum enn innan plastøkið.

Vit ynskja at tú:

·         Ert útbúgvin handverkari ella arbeiðsmaður

·         Megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

·         Kennir stoltleikan í at gera vala handverk, í góðsku og útsjónd

·         Ert fyrikomandi og samstarvsinnaður fyri starvsfeløgum og kundum okkara.

Royndir innan plastsveising er ein fyrimunur men ikki ein treyt.

Tá tú byrjar hjá okkum fært tú eina upplæring innan plastøkið. Harumframt verður vænta at tú luttekur á skeiði til plastsertifikat.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir í samráð við MEST.

 

Arbeiðsplássið

MEST er ein av landsins størstu vinnufyritøkum við deildum í Tórshavn, Runavík og á Skála.

Tín arbeiðsstaður er í høvuðsheitum á deildini hjá okkum í Runavík har trivnaðurin og samanhaldið millum starvsfelagarnar er í hásæti. Tú kemur tó at ferðast runt allastaðni kring landið har kundar okkara hava brúk fyri okkum.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til matarskipan á øllum deildum okkara har vit bjóða morgunmat og miðmála.

 

Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Berg í Soylu, Rakstrarleiðara á tel 791231 ella á teldupost djs@mest.fo

Frestin at søkja starvi er 8. Apríl  og vit hava leypandi samrøður, so hvørt sum umsóknir verða latnar inn.

Søk starvið her

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lagt út tann
09. mar. 2022
Starv
Plastsveisari til Plasttoymið hjá MEST
Starvsheiti
Plastsveisari til Plasttoymið hjá MEST
Virki
MEST
Deild
Plastdeild (MR)
Umsóknarfreist
08. apr. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor