fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Verkætlanarleiðari

Vilt tú verða við at leiða spennandi verkætlanum á MEST?

Vit leita eftir einum eldhugaðum verkætlanarleiðara, ið tekur ábyrgd av størri og smærri verkætlanum innan skip, alivinnu og vinnu á landi.

Tú fært ábyrgdina av:

·         At gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við kundan og starvsfelagar

·         At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað

·         At góðskan á arbeiðnum er sum avtalað

·         At gera upp, eftirmeta og avhenda uppgávur

Starvsstaðurin er á høvuðsdeildini hjá MEST í Havn, men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.

Verkætlanarleiðarin vísir til leiðaran fyri Rakstrardeildini.

Tín vangamynd:

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.

Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur KT kunnleika á brúkarastøði. Kunnleika til skip, skipsútbúnaða og størri verkætlanir er ein fyrimunur.

 

Vit bjóða tær:

Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og samrøður verða leypandi so hvørt umsóknir koma inn.

Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Berg í Soylu, Rakstrarleiðara á tel 791231 ella á teldupost: djs@mest.fo

Umsókn

Freistin at søkja starvi er 27. Apríl 2022 og vit hava leypandi samrøður, so hvørt umsóknir verða latnar inn. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast inn umvegis leinkjuna niðanfyri.

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.

 

Lagt út tann
01. apr. 2022
Starv
Verkætlanarleiðari
Starvsheiti
Verkætlanarleiðari
Virki
MEST
Deild
Verkætlanarleiðarar
Umsóknarfreist
28. apr. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor