Starvsfólk til stálgoymsluna hjá MEST í Tórshavn
Hevur tú hug at standa fyri stáløkinum á goymsluni hjá MEST í Tórshavn?
Í goymsluni hjá MEST í Tórshavn, kemur tú at avgreiða sølu, tilevna stál og handfara goymsluna av stáli.
Vit ynskja, at tú:
· ert opin og hevur lætt við at samskifta
· ert førur fyri at loysa smáar handaligar uppgávur
· hevur trukkoyrikort
· hevur telduførleikar á brúkarastøði
· ert framfýsin og ágrýtin at umsita stálgoymsluna
· hevur góðan hug at selja
· hevur áhuga innan stáløki og loysnum úr stáli
MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Tín starvsstaður er í Tórshavn men tú kemur at samstarva við hinar deildirnar um innanhýsis flutning av stáli/vørum.
Vit bjóða
Tú fært eitt starv í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har trivnaðurin er í hásæti. Og tú færtmøguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.
Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum og goymslunum verðurraðfest hægri. Við yvur 35.000 vørunummur kemur tú tískil at fáa eina breiða vitan.
Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.
Freistin at søkja starvi er 3. juni og vit hava leypandi samrøður, so hvørt sum umsóknir verða latnar inn.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvið, kanst tú ringja til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77