fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk til starvsfólka- og lønardeildina á MEST


Skrivstovufólk til starvsfólka- og lønardeildina á MEST  

MEST søkir eftir skrivstovufólki til at røkja eitt týdningarmikið starv á starvsfólka- og lønardeildini á einum av landsins størstu privatum arbeiðsplássum. 

Tú kemur at umsita og rinda lønir til umleið 500 starvsfólk við ymiskum sáttmálum og starvsøkjum. 

Harumframt fer tú at arbeiða við sáttmálum og setanum av starvsfólkum.

    

Starvið fevnir í høvuðsheitum um

·         Umsita tímaskráseting

·         Lønaravgreiðsla

·         Setan av starvsfólki

·         Umsita arbeiðsloyvi hjá útlendskum starvsfólkum

·         Greiningar og kunningartilfar til leiðslu

·         Partur av innleiðslutoyminum

 

Vit bjóða eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða vit starvsfólkunum góða upplæring og menningarmøguleikar.

 

Til starvið vænta vit av tær

·         At tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan skrivstovuøkið 

·         At tú hevur lætt við at seta teg inn í sáttmálar og lønartalvur á arbeiðsmarknaðinum

·         Góðar KT førleikar

·         Kann samskifta skriftligt og muntligt á enskum  

·         At tú ert ágrýtin og tænastusinnað/ur

·         At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt 

·         At tú er skipað/ur og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 03. juli 2022, og gleða vit okkum at frætta frá tær.

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni. 

 

 

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv ið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.  Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Tórshavn.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á Starvsfólka- og lønardeildini, Berghild Jacobsen, tlf. 791129.   

 

Um MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum. 

 

Lagt út tann
16. jun. 2022
Starv
Skrivstovufólk til starvsfólka- og lønardeildina á MEST
Starvsheiti
Skrivstovufólk til starvsfólka- og lønardeildina á MEST
Virki
MEST
Deild
Starvsfólk og lønir
Umsóknarfreist
04. jul. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor