fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Elektrikari

Elektrikarar til spennandi og fjølbroyttar uppgávur

Vit sóknast eftir royndum elektrikarum, ið eru áhugaðir at starvast hjá einum av landsins størstu privatu arbeiðsplássum. Á EL-deild okkara eru 21 starvsfólk, harav 8 lærlingar.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.

 MEST veitir eisini tænastur innan vindmylluøkið, og fyri rætta viðkomandi eru  møguleikar fyri skeið/upplæring innan hetta økið og at gerast partur av okkara vindmyllutoymi.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um

-       At ráðgeva kundum

-       At viðlíkahalda el-installatiónum umborð á skipum

-       At viðlíkahalda el-installatiónum innan vinnuna á landi

-       At staðfesta og umvæla brek

-       Nýgerð av el-útbúnaði

Vit bjóða, eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða vit starvsfólkunum góða upplæring og menningarmøguleikar.

 

Til starvið vænta vit av tær

-       Elektrikaraútbúgving ella samsvarandi

-       Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og heldur tíðarfreistir

-       Tú ert jalig/ur og dugir at samstarva

-       Tú er skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis

-       Tú ert tilvitaður um HTU-reglur

-       Tú hevur KT førleikar á brúkarastøði.

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól.

 

Umsóknarfreist

Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 09. Oktober 2022, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Sum partur av MEST samtakinum hevur atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Meira at vita

Ynskir tú at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231

 

Um MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.

 

Et billede, der indeholder tekst, person

Automatisk genereret beskrivelse

 

Lagt út tann
09. sep. 2022
Starv
Elektrikari
Starvsheiti
Elektrikari
Virki
MEST
Deild
El-deild
Umsóknarfreist
09. okt. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor