fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni hjá MEST í Havn ella á Skála

Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni hjá MEST í Tórshavn ella á Skála!

Í sølubúðini hjá MEST fært tú eitt arbeiðspláss við spennandi avbjóðingum innan sølu og kundarøkt. Her er góður trivnaður og tú fært nógvar góðar starvsfelagar. Vit hava í løtuni 2 lærupláss tøk, eitt á Skála og eitt í Tórshavn.

 

Um læruplássið

Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk økir í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva neyva og skipaða upplæring í okkara vørum, kundarøkt, søluteknikkir og goymslu.

Tú kemur at starvast í okkara sølubúð og goymslu í Tórshavn ella á Skála. Okkara goymsla er tann størsta í landinum við yvir 35.000 vørunumrum.

 

Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:

·       ert opin og hevur lætt við at samskifta

·       hevur góðan teldu- og talførleika

·       ert framfýsin og ágrýtin

·       hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum

·       hevur góðan hug at selja

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.

 

Vit bjóða

Tú fært eitt lærupláss sum logistikkatstøðingur í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.

Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður raðfest hægri. Við yvur 35.000 vørunummur kemur tú tískil at fáa eina breiða vitan eftir lokna útbúgving.

Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna útbúgving.

 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvi er 31. Oktobur, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvið, kanst tú ringja til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.

 

 

Lagt út tann
06. okt. 2022
Starv
Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni hjá MEST í Havn ella á Skála
Starvsheiti
Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni hjá MEST í Havn ella á Skála
Virki
MEST
Deild
Goymsla
Umsóknarfreist
31. okt. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor