fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið

Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið 

  

Vegna økt virksemi innan vindmylluøkið og tænastum til vinnuna, verður søkt eftir elektrikarum til MEST.  

 

Arbeiðsøki 

Vit sóknast eftir elektrikarum m/k til viðlíkahald av vindmyllum 

Tú ert áhugaða/-ur í at ogna tær eyka førleikar innan vindmylluøkið. Tessvegna bjóða vit skeið hjá ENERCON í Svøríki umframt onnur uppfylgjandi skeið eftir tørvi. Heilsuváttan er eitt krav og verður tískil bjóða av MEST. 

Starvsstaðurin er MEST í Tórshavn, men skalt kunna átaka tær uppgávur aðrastaðni kring landið.   

 

Tín vangamynd 

Tú hevur elektrikaraútbúgving. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert jalig/-ur, dugir at samstarva, heldur tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni.   

Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl skandinaviskt og enskt, og hevur KT førleikar á brúkarastøði. 

 

Starvið, løn og setanartreytir 

Talan er um fjølbroytt og áhugaverd størv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir sambært avtalu. Størvini verða sett skjótast gjørligt. 
  

 
Meira at vita 

Ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231 

 

Umsókn 

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 01 Desembur 2022 

  

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum. 

 

 

Lagt út tann
28. okt. 2022
Starv
Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið
Starvsheiti
Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið
Virki
MEST
Deild
El-deild
Umsóknarfreist
01. des. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor