Ábyrgdari av amboðsgoymsluni í Havn
Vit sóknast eftir fólki til at hava ábyrgd av amboðsgoymsluni í Havn
Starvið umfatar:
· Ábyrgd av amboðsgoymsluni í Havn
· Tryggja, at MEST altíð hevur stór og smá amboð á goymslu
· Útflýggjan, innheintan og skráseting av amboðum til starvsfólk og viðskiftafólk okkara
· Viðlíkahald av amboðum og amboðsgoymsluni
· Samskipan av uppgávum í tíðarskeiðnum tá lærlingar eru í upplæring á amboðsgoymsluni
Vit ynskja at tú:
· Er maskinsmiður ella hevur samsvarandi arbeiðsroyndir
· Ert opin og hevur lætt við at samskipa
· Hevur telduførleikar á brúkarastøði
· Ert framfýsin og ágrýtin at umsita amboðsgoymsluna
Vit bjóða:
Eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
Løn:
Løn sambært royndum og førleikum.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2023.
Um spurningar eru kann ringjast til Eirik Joensen, Goymsluleiðara tlf. 791177.
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum í Havn, í Runavík og á Skála.