fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

2 lærlingar til logistikkatstøði til MEST Tórshavn

MEST søkir eftir 2 lærlingum til logistikkatstøði til MEST Tórshavn

 

Tú:     

• Hevur miðnámsútbúgving

• Ert arbeiðssom-/samur

• Dámar at fáast við sølu og kundatænastu     

 

Vit:

• eru eitt fakliga spennandi lærupláss

• gott sosialt umhvørvi

• tryggja góðar framtíðarmøguleikar  

 

Lærutíð:

Upp til 2 ár 6 mánaðir. Skúlagongdin er í Danmark  

 

Hvat er logistikkatstøðingur?

Logistikútbúgvingin er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki.

Tú lærir, hvussu víðari søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vørur í passandi mongdum.

 

Um læruplássið:

MEST er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss við deildum í Havn, Skála og Runavík. Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk øki í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva neyva og skipaða upplæring í okkara vørum, kundarøkt, søluteknikkum og goymslu.

 

Umsóknarfreist:

01.juni 2023, tó heita vit eisini á teg, sum verður liðug(ur) við Miðnám í summar um at søkja.

 

Kontaktpersónur: 

Eirikur Joensen, Goymsluleiðari Tlf. 791177, T-post: eirikur.joensen@mest.fo

 

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum í Havn, í Runavík og á Skála.

Lagt út tann
25. apr. 2023
Starv
2 lærlingar til logistikkatstøði til MEST Tórshavn
Starvsheiti
2 lærlingar til logistikkatstøði til MEST Tórshavn
Virki
MEST
Deild
Goymsla
Umsóknarfreist
01. jun. 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor