Sølufólk
Sølufólk til MEST
MEST søkir eftir sølufólki til vinnuna í Føroyum og lutvíst í útlandinum. Økta virksemið innan sølu av eykalutum, útgerð og tænastum til sjóvinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlands hevur við sær, at vit nú leita eftir rætta persóninum við rætta hugburðinum.
ARBEIÐSØKI
Umframt vanligt søluarbeiði sum kundavitjanir og tilboðsarbeiði, verður væntað, at tú eisini luttekur á messum og kundatiltøkum í Føroyum og uttanlands. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur ein ávísan kunnleika til sjó- ella alivinnuna og dugir enskt í skrift og talu á brúkarastøði.
TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit ynskja, at tú ert fyrikomandi, hevur áhuga fyri at veita viðskiftafólki eina góða tænastu, og at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur.
Eisini vænta vit at tú:
- Ert sjálvstøðug/ur, og vil skapa úrslit.
- Ert sølusinnað/ur, og tær dámar væl at samskifta og hjálpa viðskiftafólki okkara.
- Dugir væl við fólki og ert fyrikomandi til eina og hvørja tíð.
- Ert opin, tænastusinnað/ur og rólig/ur.
LØN OG SETANARTREYTIR
Løn- og setanartreytir sambært avtalu. Arbeiðsstaður er á MEST í Havn, Runavík ella Skála. Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett tá rætti persónurin er funnin eftir setanartilgongdina.
MEIRA AT VITA
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Mortensen, Deildarleiðara fyri Sølu og Innkeyp á MEST á rmm@mest.fo.
UMSÓKN
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 25. septembur 2023.
UM MEST
MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu.
Fyritøkan fevnir um umleið 450 starvsfólk og kundaskarin fevnir um føroyskar kundar og kundar úr millum annað Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.