Plastsveisari
Plastsveisari til MEST
ARBEIÐSØKI
Vegna vaksandi arbeiðsuppgávur, ynskja vit at víðka um okkara toymið innan plastvinnuna. Uppgávur eru m.a. umborð á skipum, á smoltstøðum og kommunalum vatnveitingum. Tað hevur týdning fyri okkum, at veita viðskiftafólki okkara við bestu tænastu, og tí søkja vit eftir tær.
TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi handverksútbúgving. Tað er ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og prógv innan plast sveising, men hetta er tó ikki krav. Tað týdningarmesta er at tú hevur áhuga í at arbeiða og læra.
Eisini vænta vit at tú:
- Ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, og vil skapa úrslit
- At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Dugir væl við fólki og ert fyrikomandi til eina og hvørja tíð
- Dugir væl at samstarva og arbeiða í toymi
- Hevur áhuga fyri at veita viðskiftafólki eina góða tænastu
LØN OG SETANARTREYTIR
Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu. Arbeiðsstaður er út frá Runavík ella Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett tá rætti persónurin er funnin eftir setanartilgongdina.
MEIRA AT VITA
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Asbjørn Birch, formann á Plastdeildini, á acwb@mest.foella á telefon 79 12 78.
UMSÓKN
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 02. oktobur 2023.
UM MEST
MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu.
Fyritøkan fevnir um umleið 450 starvsfólk og kundaskarin fevnir um føroyskar kundar og kundar úr millum annað Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.